Mentan

- Alt gekk væl

Franski François Ozon hevur gjørt film um deyðshjálp

2021-11-18 09:41 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

François Ozon (f.1967) er ídnasti og fremsti franski filmsleikstjórin. Í nýggasta filminum, sum á donskum hevur fingið heitið “Alt gik godt” hevur hann savnað Sophie Marceau, André Dussollier, hina ungu Géraldine Pailhas, sum øll trý eru húskið Bernheim, og stjørnurnar Charlotte Rampling og Hanna Schygulla, sum spældi við í gomlu týsku Fassbinderfilmunum, sum Ozon eisini er farin at endurskapa.

[object Object]

Sophie Marceau er hin veruliga Emmanuèle Bernheim (1955-2017), sum skrivar stórar skaldsøgur og alt gongur væl í hond. Tá 85 ára gamli pápin, André, fær ein hjartatilburð, skundar hon sær á sjúkrahúsið at vera um hann. Ríka tilveran sum kendur høvundur í Paris tódnar, og verður nú til sjúkrasongina hjá veika pápanum.

Hann vil hava dóttrina at hjálpa sær at enda ússaliga lívið, sum ikki er vert at liva. Nú mugu Emmanuèle og systurin, Pascale, velja, um tær skulu lurta eftir pápanum og gera, sum hann ynskir, ella fáa hann á aðrar tankar.

Franskir ummælarar eru samdir um, at Francois Ozon aftur hevur gjørt ein sterkan og nemandi film, sum var í uppskoti at fáa Gylta Pálman í Cannes í ár. 54 ára gamli Ozon hevur vunnið 35 filmsvirðislønir.

Filmurin byggir á sjálvævisøguliga skaldsøgu hjá Emmanuèle Bernheim, sum eisini skrivaði ”Swimming Pool”, ið Ozon gjørdi til film í 2003.

Úr stóra úrvalin hjá Ozon eru ikki færri enn tólv filmar tøkir á ókeypis bókasavnstænastuni Filmstriben. Filmsfelagið hevur fyrr víst svart hvíta meistaraverkið ”Frantz” (2016), sum hevði ein greiðan samkyndan grundtóna, ið er eyðkennið fyri flestu filmar hjá Ozon.

Komandi filmurin hjá arbeiðsama Ozon er ”Peter von Kant”, sum byggir á klassikaran hjá Reiner Werner Fassbinder ”Die bitteren Tränen der Petra von Kant” (1972), sum Filmsfelagið vísti tá í tíðini.

Sýningarnar, sum eru almennar, verða framdur undir herrópinum: Filmsfelagið - filmar í felag.

24. november kl 20: ALT GIK GODT (Tout s'est bien passé, François Ozon Frakland 2021 113 min) 

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder