
Áðrenn løgtingið fór í summarfrí var nógv rumbul um serliga tvey mál: Suðuroyartunnilin og pensjónsaldurin.
Ístaðin fyri at tey komu til 3. viðgerð vórðu tey "skotin út til horna". Suðuroyartunnilin fór aftur í nevnd, og málið um pensjónsaldur varð tikið aftur. Trýst var frá serliga fakfeløgunum til hetta seinni.
Málini koma fyri aftur - støðan er ikki broytt
Framsókn fór í 2022 til val uppá serliga haldføri. Forkvinna floksins er fíggjarmálaráðharri, og Ruth Vang hevur áður víst á, at Suðuroyartunnilin ikki kann samtykjast, áðrenn pensjónsaldurin er hækkaður.
Haldførisavbjóðingin skal loysast, og har er ein hægri pensjónsaldr ein lykil, staðfestir samgongan. Í ólavsøkurøðuni í gjár gjørdi Aksel V. Johannesen greitt, at hetta er neyðugt, og at hetta málið eftir ætlan kemur fyri aftur í heyst.
Sí eisini: Sættast ikki við remis - finn støðugt virknar leiðir
Til ber at síggja og hoyra røðuna her
Løgmaður nevndi eisini Suðuroyartunnilin. Allir flokkarnir hava skrivað undir semjuskajal, og vónin er at breiða semjan stendur við, tá málið kemur fyri aftur í hesi setuni.
Stóra íløgan og ein av haldførisloysnunum hanga framvegis saman. Hesum vísti Ruth Vang ikki aftur, tá Kringvarpið tosaði við hana í dag.
- Tað er framvegis okkara sjónarmið, at tað er púra ábyrgdarleyst at fara undir ein Suðuroyartunnil uttan at hava gjørt nakað við haldførisavbjóðingina, staðfesti landsstýriskvinnan í fíggjarmálum.
Ruth Vang helt fyri, at tað ikki "gevur meining at tosa um Suðuroyartunnil uttan at hava gjørt nakað fyri haldføri".
Sí eisini: Framsókn kann verða tveitt úr samgonguni
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald