
Yvir 700.000 russisk herfólk stríðast á hermótinum í Ukraina, sigur russiski forsetin, Vladimir Putin.
Hendan fráboðanin kom frá Putin hósdagin í sambandi við einum fundi við russiskar politikarar, skrivar Ritzau.
Tað er sjáldsamt, at Russland alment nevnir, hvussu nógv herfólk luttaka í krígnum í Ukraina, ella hvussu nógv herfólk eru særd ella deyð í krígnum, sum byrjaði 24. februar 2022.
Tað hava verið ymiskar metingar um deyðstølini hjá russum og ukrainum.
Eitt nú gav ein greining frá óhefta russiska miðlinum Mediazona og bretska BBC fyrr í hesum mánaðinum ábendingar um, at upp ímóti 130.150 russisk herfólk kunnu hava latið lív í krígnum.
Í juni metti amerikanska tankasmiðjan Center for Strategic and International Studies, sambært CNN, at millum 60.000 og 100.000 ukrainsk herfólk vóru deyð í krígnum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald