Uttanlands

– 25 milliónir iranarar hava havt korona

Tað sigur iranski forsetin, hóast almennu tølini bert vísa gott 270.000 skrásettar tilburðir

Iranski forsetin, Hassan Rouhani (Mynd: EPA)

Iranski forsetin, Hassan Rouhani (Mynd: EPA)

2020-07-18 11:02 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í Iran hava 25 mió. fólk higartil havt koronasmittuna. Tað sigur iranski forsetin, Hassan Rouhani.

Talan er um næstan ein triðing av fólkinum í Iran, sum hevur 80 mió. íbúgvar – eitt tal, sum er munandi hægri enn almenna smittutalið hjá landinum.

Sambært uppgerð hjá Johns Hopkins University eru 269.440 tilburðir skrásettir í Iran.

Iranski forsetin sigur, at nýggja talið stavar frá einari frágreiðing frá iransku heilsumyndugleikunum, men hví talið er so nógv hægri enn almenna talið sigur hann einki um.

– Okkara meting er, at 25 mió. iranarar higartil hava verið smittaðir við korona, og at uml. 14.000 fólk hava latið lív, sigur Hassan Rouhani sambært Ritzau.

Talið á andlátum samsvarar við almennu uppgerðini, sum sigur, at 13.791 fólk higartil eru deyð við smittuni í Iran, sum eisini er tað landið í Miðeysturi, sum er harðast rakt av farsóttini.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder