Ongantíð fyrr í nýggjari tíð hevur ein politiskur flokkur í Føroyum havt so stóra undirtøku, sum Fólkaflokkurin stendur til at hava nú.
Í nýggjastu veljarakanningini, sum Spyr.fo hesa vikuna hevur gjørt fyri Portalin og FM1, stendur Fólkaflokkurin til at fáa heili 13 av teimum 33 sessumum á Løgtingi. Fólkaflokkurin stendur til nærum eina tvífalding í mun til seinasta val – úr 18,9 prosentum upp í heili 37,3 prosent. Ein framgongd á 18,3 prosentstig.
Stóri taparin verður Javnaðarflokkurin. Í seinastu veljarakanningunum sá Javnaðarflokkurin út til at hava støðgað flýggjanini av atkvøðum. Men so er ikki í hesi nýggjastu.
Flokkurin hjá sitandi løgmanni stendur til at fara niður í meira enn eina helvt. Úr níggju niður í fýra tingsessir!
Í atkvøðum missir flokkurin eisini undirtøku frá meira enn helminginum av veljarunum frá seinasta vali. Á sera góða valinum í desember 2022 fekk Javnaðarflokkurin 26,6 prosent av atkvøðunum. Nú stendur flokkurin at fáa 12,4 prosent – ein afturgongd á 14,2 prosentstig.
Tað vil siga, at flokkurin einans varðveitir umleið 47 prosent av teimum atkvøðunum, sum flokkurin fekk fyri góðum trimum árum síðani. Í atkvøðutali merkir hetta, at tað eru næstan 4.300 veljarar, ið atkvøddu fyri Javnaðarflokkinum seinast, sum ikki fara at gera tað, um val hevði verið í dag.
Framsókn missir – Tjóðveldi verjir borg
Núverandi samgonguflokkarnir standa til at missa sjey tingsessir – úr 18 niður í 11. Javnaðarflokkurin missir teir 5 meðan Framsókn missir hinar báðar.
Nýggjasta veljarakanningin vísir, at eisini Framsókn stendur fyri einum smeiti, um val verður nú. Flokkurin gongur aftur við 3,3 prosentstigum úr 7,5 niðurí 4,2, og fær einans ein tinglim valdan.
Hinvegin verjir Tjóðveldi borg, og varðveitir síni seks tingfólk. Flokkurin stendur til eina lítla afturgongd á eitt prosentstig.
Sambandið og Miðflokkurin varðveita síni fólk
Í andstøðuni er tað Fólkaflokkurin, sum fer avstað við allari framgongdini á sjey tinglimir.
Sambandsflokkurin varðveitir sínar núverandi sjey við eini framgongd á 1,9 prosentstig í mun til seinasta val.
Miðflokkurin varðveitir eisini báðar sínar sessir, hóast flokkurin gongur aftur við næstan tveimum prosentstigum, úr 6,6 niður í 4,7 prosent.
Sjálvstýri á veg framaftur?
Meðan teir smáu flokkarnir á tingi síggja út til at hava eina lutfalsliga stóra afturgongd, so sær flokkurin, sum ikki hevur havt umboðan á tingi í eina tíð, Sjálvstýri, út til at hóma eina broyting.
Sjálvstyri stendur hesaferð til at fáa 2,9 prosent av atkvøðunum, og tað er ein lítil framgongd – 0,2 prosentstig í mun til seinasta val – men tað er tó ikki nóg mikið til at fáa umboð á tingi.
Tølini, serliga fyri teir smáu flokkarnar, skulu takast við fyrivarni, tí óvissan í kanningini er upp til 4,2 prosent.
Gerast skal vart við, at talið á veljarum, sum siga seg ikki hava tikið støðu framvegis er høgt, næstan 14 prosent.
Kanningin byggir á svar frá 500 fólkum, sum vórðu spurd týsdagin.
---
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald