
Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj er til reiðar at hitta russiska forsetan, Vladimir Putin, boðar hann frá í dagføring á X.
Á tíðindafundi um vikuskiftið segði Putin, at hann var til reiðar at hava beinleiðis samráðingar millum Ukraina og Russland. Samráðingarnar kunnu byrja í turkiska býnum Istanbul hósdagin 15. mai, segði hann sambært Ritzau.
Zelenskyj skrivar, at hann vil bíða eftir Putin í Turkalandi hósdagin.
– Eg vóni, at russar hesa ferð ikki koma við nøkrum undanførslum.
Les eisini: Putin vil hava beinleiðis samráðingar millum Russland og Ukraina
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald