Uttanlands

Zelenskyj sær møguleikar fyri fundi við Putin

Umboð fyri Russland, Ukraina og USA hittast eftir ætlan fyrst í mars

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj (Mynd: EPA)

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj (Mynd: EPA)

2026-02-26 14:03 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj sær ein møguleika fyri einum trípartafundi millum leiðarar í Ukraina, Russlandi og USA.

Tað skrivar hann á sosiala miðilin X eftir at hava tosað í telefon við amerikanska forsetan, Donald Trump.

Umboð fyri øll trý lond hittast væntandi fyrst í mars, og væntar hann, at fundurin kann slóða fyri samráðingum á leiðslustøði, skrivar hann.

Sambært ukrainska forsetanum tekur amerikanski starvsbróðir hansara undir við at hava samráðingar á leiðslustøði, og er hetta einasti mátin at loysa trupulleikarnar og fáa ein enda á fýra ára langa krígnum millum Russland og Ukraina.

Samrøðan við Trump var, sambært Ritzau, fyrireiking til ein fund millum semingsfólk hjá USA og Ukraina, sum verður í Genève í Sveis í dag.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder