Mentan

Zelenskyj ikki partur av Oscar-kvøldinum

Annað árið á rað noktar Oscar-akademiið at geva ukrainska forsetanum talutíð

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj á stórskíggja til setanina av Berlinale, altjóða filmsfestivalinum í Berlin 16. februar (Mynd: EPA)

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj á stórskíggja til setanina av Berlinale, altjóða filmsfestivalinum í Berlin 16. februar (Mynd: EPA)

2023-03-11 14:42 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Síðan russiska innrásin í Ukraina byrjaði í februar í fjør, hevur ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj verið at sæð á stórskíggjanum í sambandi við fleiri stórum mentanartiltøkum, m.a. Grammy-handanina, Golden Globe-handanina umframt fleiri stórum filmsfestivalum í eitt nú Cannes, Venesia og Berlin.

Men tá ársins Oscar-handan fer av bakkastokki mánanáttina okkara tíð, verður einki at síggja til ukrainska forsetan.

Hetta er annað árið á rað, at Oscar-akademiið noktar at geva honum talutíð. Hvør orsøkin er, er ógreitt, men akademiið plagar at halda seg frá politikki, og tað kann vera ein orsøk, skrivar miðilin Variety.

Tá umboðsfólk hjá Zelenskyj vendu sær til filmsfestivalin í Toronto í september, fingu tey eisini noktandi svar. Talsfólk hjá filmsfestivalinum ynskti ikki at greiða nærri frá orsøkini.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder