Tingfundurin verður tikin uppaftur um eina lítla løtu - mest sannlíkt fyri seinastu ferð í dag.
Tað er greitt, hvørji standa á odda fyri teimum sjey føstu nevndunum.
Hjá tveimum flokkunum eru tingbólkaforfólk vald.
Fólkaflokkurin:
Uttanlandsnevndin: Jørgen Niclasen
Trivnaðarnevndin: Grímur Sundstein
Rættarnevndin: Fróði Magnussen
Tingbólkaforfólk: Ikki avgjørt enn
Løgtingsgrannskoðari fyri flokkin er Fróði Magnussen
Sambandsflokkurin:
Fíggjarnevndin: Helgi Abrahamsen
Landsstýrismálanevndin: Erhard Joensen
Tingbólkaformaður: Helgi Abrahamsen
Løgtingsgrannskoðari fyri flokkin er Erhard Joensen
Javnaðarflokkurin:
Vinnunevndin: Ben Arabo
Mentanarnevndin: Súsanna Bertholdsen
Tingbólkaforkvinna: Eyðgunn Samuelsen
Løgtingsgrannskoðari fyri flokkin er Jóhannis Joensen
Andstøðan hevur einki forfólk men 15 av teimum samlaðu 45 nevndarsessunum.
Løgtingsgrannskoðari fyri størsta andstøðuflokkin, Tjóðveldi, er Bjørg Byrnhildardóttir Egholm
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald