2021-08-05 11:57
Nú eru 65.607 koppsetingar gjørdar í Føroyum.
35.037 fólk hava fingið fyrru koppsetingina, og 30.570 fólk hava fingið seinnu koppsetingina, og eru liðugt koppsett.
Hetta svarar til, at 65,7 prosent av fólkinum í Føroyum eru koppsett fyri koronu, og at 57,3 prosent eru liðugt koppsett, skrivar corona.fo.
Í gjár vórðu 579 fólk koppsett. 89 fólk fingu fyrru koppsetingina, og 490 fólk fingu seinnu koppsetingina.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald