Innanlands

Yvir 3.000 útlendingar høvdu arbeiðs- og uppihaldsloyvi í fjør

Vøksturin í 2022 var tann størsti nakrantíð, boðar Hagstovan frá. Tað er serliga seinastu tíggju árini, at hetta talið er farið uppeftir í Føroyum

Tað er millum annað í byggivinnuni, at nógvir útlendingar arbeiða (Mynd: Hagstova Føroya)

Tað er millum annað í byggivinnuni, at nógvir útlendingar arbeiða (Mynd: Hagstova Føroya)

2023-04-21 11:32 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Fyrstu fjúrtan árini í hesi øldini var talið av uppihalds- og arbeiðsloyvum til útlendingar í Føroyum eini 500-600 árliga. Men við tí nógv økta vinnuliga virkseminum í Føroyum fór talið at vaksa av álvara frá 2014. 

Hetta skrivar Hagstova Føroya á heimasíðu sínari, í samband við at tølini fyri arbeiðs- og uppihaldsloyvi fyri 2022 eru gjørd upp. 

Samlaða talið sum søkti var 3.284, og er hetta søguliga høgt. Tað eru beint yvir 1.000 fleiri enn í 2021.

[object Object]

Sambært tølunum hjá Hagstovuni var talið av loyvunum, ið útelendingar hava tørv á fyri at verða og arbeiða her, 422 fyri júst tíggju árum síðani. Nú er talið sløk 3.300, og harvið er talan um vøkstur á næstan 3.000 fólk/loyvir.

Hetta sigur nakað um rákið á føroyska arbeiðsmarknaðinum, og spurningurin er so, um vøksturin heldur fram og í hvønn stóran mun.

Samstundis boðar Hagstova Føroya frá, at brotini á sonevndu útlendingalógina eru vaksandi - ella í øllum førum fráboðaninar um tey.

- Fráboðanir av brotum á útlendingalógina vóru í miðal færri enn 25 heilt fram til 2018, men fóru eftir tað at vaksa stórliga, úr 20 í 2018 líka upp í 154 í 2022. 

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder