Innanlands

Yvir 14.000 fólk í Føroyum eru nú liðugt koppsett

903 koppsetingar vórðu gjørdar í gjár - samanlagt eru 37.345 kopppsetingar gjørdar í Føroyum

Mynd: Sverri Egholm

Mynd: Sverri Egholm

2021-06-09 13:41 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í gjár vórðu 903 fólk koppsett fyri koronu í Føroyum.

Harav fingu 631 fólk fyrra prikið, og 272 fólk fingu seinna prikið, skrivar corona.fo.

Tilsamans eru 37.345 kopppsetingar gjørdar í Føroyum - tær fyrstu 30. desember 2020. Allar eru av slagnum Pfizer/BioNTech.

23.142 fólk hava fingið fyrru koppsetingina, og hetta svarar til 43,5 prosent av fólkatalinum.

14.203 fólk hava fingið seinnu koppsetingina. Harvið eru 26,7 prosent av fólkunum í Føroyum liðugt koppsett.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder