Mentan

Yvir 100 føroyskar kvinnur savnaðar til jólaborðhald í Keypmannahavn

Jólaborðhaldið verður í Føroyahúsinum 24. januar

2026-01-07 11:23 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Eitt nakað seinkað jólaborðhald fyri føroyskar kvinnur í Danmark hevur fingið sera góða móttøku. Omanfyri 100 luttaka tá jólaborðhaldið verður í Føroyahúsinum á Vesturbrúgv í Keypmannahavn.

Ann Leivsgarð er samskipari fyri tiltakið “Føroyskar kvinnur í Danmark.”

– Eg saknaði tann føroyska felagsskapin, sum vit hava í Føroyum, her í Danmark. Vit eru so nógvar føroyskar kvinnur í Danmark – ímynda tær, hvørji minnir og hvør felagsskapur vit kunnu skapa saman her. Hesir tankar vóru grundarlagið fyri, at eg fór í gongd við at planleggja, sigur hon.

Hon hevur gjøgnum alla sína yrkisleið sum frisør lagt bæði stór og smá tiltøk til rættis.

- Júst hetta tiltakið kennist tó eitt sindur øðrvísi, tí endamálið er ikki at læra um hár, men at skapa minnir, nýggj vinarløg og at byrja ein felagsskap fyri okkum føroysku kvinnuligu útisetar, sigur Ann Leivsgarð.

Føroyahúsið verður karmur um veitsluna.

- Vit koyra alt føroyskt gjøgnum kvøldið: føroyskan laks, føroyskan snaps, føroyskan tónleik – og fleiri enn 100 føroyskar kvinnur.

Jólaborðhaldið verður 24. januar, og tiltakið er longu útselt, sigur Ann – og tað kemur henni ikki óvart.

– Føroyingar eru heilt óalmindiliga góðir til at stuðla og møta upp, tá okkurt er á skránni, so tí undrar tað meg ikki, at eg longu kann melda útselt so langa tíð frammanundan.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder