Eftir ætlan skuldi amerikanski forsetin, Donald Trump til Kina at hitta kinesiska starvsbróðir sín, Xi Jinping um mánaðarskiftið mars/apríl, men hann hevur nú biðið um at fáa fundin útsettan.
Orsøkin er kríggið í Miðeystri, og ynskir hann at vera í USA, meðan landið fremur hernaðarligar atgerðir í Iran, sigur hann.
– Eg hugsi, at tað er umráðandi, at eg eri her. So tað kann vera, at vit útseta fundin eitt sindur, sigur Trump.
Tað var 28. februar, at USA saman við Ísrael fór undir álop á Iran. Tá segði Trump, at hann væntaði, at atgerðirnar í Iran fóru at taka fýra-fimm vikur. Kríggið í Iran er nú farið inn í triðju vikuna.
Kina hevur enn ikki svarað umbønini hjá USA um at fáa fundin útsettan, skrivar Ritzau.
Seinast Trump og Xi hittust varð á toppfundi í Suðurkorea í oktober.
Í februar boðaði Trump frá, at Xi eftir ætlan vitjar í USA seinni í árinum.
Í fjør vóru USA og Kina mitt í einum stórum handilskríggi, har tollurin endaði við at fara uppum tey 100 prosentini. USA og Kina hava tó síðani gjørt eina handilsavtalu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald