Sosiali miðilin, X, sum Elon Musk eigur, hevur havt stríðst við umfatandi trupulleikar í dag.
Sambært Netblocks, ein stovnur sum ansar eftir intetnetatgongd og talgildum óreglusemi kring heimin, tykist X at vera fyri einum umfatandi breki.
Størstir hava trupulleikarnir verið í USA og í pørtum av India, har brúkarar hava boðað frá, at tey ikki sleppa at logga á, leggja út og gera dagføringar. Herheima sær út til at tænastan koyrir sum vanligt.
Líknandi brot á X vórðu fráboðað 1. februar og 9. februar, dagin eftir at Super Bowl finalan var í USA.
Heimasíðan Down Detector, ið eisini er ein tænasta, ið hevur eftirlit brotum og óreglusemi á talgildu tænastunum, hevur eisini staðfest ein stóran vøkstur á brúkarafráboðanum um trupulleikar við X seinnapartin.
AFP tíðindastovan skrivar, at fleiri av teirra tíðindafólkum hjá henni í eitt nú Fraklandi og Teilandi, ikki fingu atgongd til X.
Elon Musk keypti X, fyrrverandi Twitter, í 2022 og broytti í tí sambandinum navnið á miðlinum.
X hevur síðan lagt saman við vitlíkisfyritøkuni xAI, sum mennir chatbottin, sum eigur Grok.
Herfyri varð boðað frá xAI verður partur av rúmdarfelagnum hjá Musk, SpaceX, og at samanlagda felagið verður skrásett á virðisbrævamarknaðunum longur í summar, skrivar AFP.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald