Innanlands

Wull gjørdist nummar tvey í DM í íverksetan

24 bólkar luttóku í Kolding í dag. Durita Feilberg Lamhauge, Jenny Maria Briansdóttir og Miriam Blábjørg Poulsen ganga í 10. flokki og hava ment eina ulla-rullu og ulla-haldara, sum kann brúkast til eplaveltur ella aðrar veltur

Sum grundgeving fyri annað plassinum legði danska dómsnevndin millum annað dent á, at Wull hevði megnað at gagnnýtt eina vøru, sum var ment úr teirra nærumhvørvið, og sum ofta verður blakað burtur aftaná nýtslu.

2023-04-20 18:33 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Íverksetarabólkurin Wull kappaðist í dag um danmarksmeistaraheitið í íverksetan við sínari verkætlan.

Eftir ein spennandi og hendingaríkan dag í Kolding, bleiv úrslitið at Wull fekk eitt flott annað pláss. Í alt 24 bólkar úr Danmark, Føroyum og Grønlandi luttóku.

Wull hevur ment eina ulla-rullu og ulla-haldara, sum kann brúkast til eplaveltur ella aðrar veltur. At brúka ullina til at velta við hevur við sær eina betri úrtøku og góðsku.

[object Object]

Sum grundgeving fyri annað plassinum legði danska dómsnevndin millum annað dent á, at Wull hevði megnað at gagnnýtt eina vøru, sum var ment úr teirra nærumhvørvið, og sum ofta verður blakað burtur aftaná nýtslu.

Harumframt hevði Wull gjørt ein góða og fullmenta prototypu, sum skjótt kann verða brúkaranum í hendi.

Næmingarnir handan Wull eru: Durita Feilberg Lamhauge, Jenny Maria Briansdóttir og Miriam Blábjørg Poulsen, sum allar ganga í 10. flokki í Tofta- og Runavíkar kommunuskúla. 

Lærararnir eru Súsanna Brekku og Jónleif Johannesen.

Íverksetarahúsið

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder