Uttanlands

WHO: 228.000 tilburðir skrásettir í eitt samdøgur

Í gjár setti talið á nýggjum smittutilburðum aftur met – Tað eru serliga USA, Brasil, India og Suðurafrika, sum eru orsøkin til hetta

Har eru nógv dømi úr ymsum pørtum av heiminum, sum hava víst, at sjálvt um eitt útbrot er sera ógvusligt, kann tamarhald enn fáast á tí, sigur Tedros Adhanom Ghebreyesus, aðalskrivari hjá WHO (Mynd: EPA)

Har eru nógv dømi úr ymsum pørtum av heiminum, sum hava víst, at sjálvt um eitt útbrot er sera ógvusligt, kann tamarhald enn fáast á tí, sigur Tedros Adhanom Ghebreyesus, aðalskrivari hjá WHO (Mynd: EPA)

2020-07-11 10:30 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í gjár skrásetti Heimsheilsustovnurin WHO 228.102 nýggjar tilburðir av koronasmittuni. Hetta er hægsta økingin, sum hevur verið skrásett síðan smittan breyt út.

Gamla metið er frá 4. juli, har 212.326 nýggir tilburðir vórðu skrásettir.

Sambært Ritzau, eru tað serliga USA, Brasil, India og Suðurafrika, sum eru orsøkin til hetta keðiliga metið.

Um allan heimin eru 12,6 mió. tilburðir staðfestir, og 563.000 andlát eru skrásett, vísir uppgerð hjá worldometers.info.

Sambært WHO er tað framvegis møguligt at fáa tamarhald á smittuni.

Tedros Adhanom Ghebreyesus, aðalskrivari hjá WHO, vísir til lond sum Italia, Spania og Suðurkorea, sum dømi um, at tað ber til at fáa tamarhald á støðuni, óansæð hvussu ringt stendur til.

– Har eru nógv dømi úr ymsum pørtum av heiminum, sum hava víst, at sjálvt um eitt útbrot er sera ógvusligt, kann tamarhald enn fáast á tí.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder