
At vera ungur og øðrvísi í einum lítlum samfelag, har øll kennast og vita alt um hvønn annan – og síðani at finna friðin í teimum, sum elska teg kortini.
Soleiðis greiðir Danny Baldursson frá kjarnuevninum í nýggja lagnum "Where I’m Coming From", sum fólkakæri bólkurin Danny & the Veetos júst hevur givið út.
Hóskvøldið vóru Danny & the Veetos live á sosialu miðlunum, tá "Where I’m Coming From" kom út á allar stroymingartænastur. Live-stroymingin gekk framúr, Danny Baldursson og Rúni Hentze spældu nýggjasta lagið og prátaðu við áhoyrararnar eina hugnaliga løtu.
Í gjár frættist, at lagið longu er valt út til stóra Spotify-spælilistan New Music Friday Denmark. Hetta er framhald av eini jaligari tilgongd hjá bólkinum, sum fyrr í ár gjørdi comeback við lagnum "Home Is Where You Are" – eitt lag, ið eisini varð útvalt til Ugens Tip Hit á landsumfatandi radiostøðini P4 í Danmark.
"Where I’m Coming From" hevur serligan týdning fyri limirnar í bólkinum. Við teksti, ið byggir á veruligar upplivingar, setir bólkurin orð á at vaksa upp í Føroyum – einum samfelag, har tað ikki altíð hevur verið lætt at vera øðrvísi, men har kærleiki og familja hava gjørt tað møguligt at vera trúgvir mótir sær sjálvum.
– Hetta lagið hevur stóran týdning fyri okkum allar í bólkinum, sigur Danny Baldursson.
– Tað snýr seg um at finna útav, hvør tú ert, og um at minnast, hvar tú kemur frá.
"Where I’m Coming From" er ein sangur til øll, sum hava kent seg, ella enn kenna seg, øðrvísi.
– Tað er pláss fyri okkum øllum. Øðrvísi merkir eisini, at tú ert tín egin og autentiskur – tað er gullvert og serstakt, sigur Danny Baldursson at enda.
Lagið er nú tøkt á øllum stroymingartænastum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald