Uttanlands

Wentworth Miller: Eg havi autismu

49 ára gamli sjónleikarin, ið er kendur úr sjónvarpsrøðini "Prison Break" avdúkar, at hann fekk diagnosuna á heysti í fjør

Wentworth Miller gjørdist heimskendur fyri leiklutin sum  Michael Scofield í

Wentworth Miller gjørdist heimskendur fyri leiklutin sum Michael Scofield í "Prison Break". Her er hann á filmsfestivali í Póllandi í 2015 (Mynd: EPA)

2021-07-29 16:00 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

– Tað var ein skelkur, men ikki nakað óvæntað.

Tað skrivar 49 ára gamli bretsk-amerikanski sjónleikarin Wentworth Miller, ið nógv kenna frá sjónvarpsrøðini "Prison Break", í dagføring á Instagram, har hann greiðir frá, at hann hevur fingið staðfest autismu.

Diagnosuna fekk hann á heysti í fjør. Autismufelagið lýsir tað m.a. soleiðis: Autisma er eitt felagsheiti fyri diagnosur innan fyri menningarórógv. Menniskju við autismu hava vanliga ikki sjónlig brek. Menningin er merkt av truplum samskifti, málsligum órógvi, ritualum og serstøkum áhugamálum.

– Eins og hjá øllum øðrum, misti eg nakað í sóttarhaldinum. Men í friðinum fekk eg eisini óvæntaðar gávur. Í heyst er eitt ár síðani, eg fekk staðfest autismu, greiðir Wentworth Miller frá.

– Eg skal endurmeta mínar upplivingar gjøgnum seinastu 50 árini fyri at uppliva tær gjøgnum nýggjar linsur. Tað fer at taka tíð, sigur hann og undirstrikar, at hann ikki harmast um at hava fingið diagnosuna.

–Hetta er ikki nakað, eg hevði ynskt, at eg kundi broytt. Tvørturímóti kendi eg beinanvegin á mær, at tað at vera autist er ein týðandi partur av, hvør eg eri. Ein týðandi partur av tí, sum eg havi megnað.

Hetta er ikki fyrstu ferð, at Wentworth Miller hevur úttalað seg um sera privat mál alment, skrivar B.T. Í 2013 avdúkaði hann m.a., í sambandi við einum tiltaki hjá Human Rights Campaign, at hann var samkyndur, og at hann sum tannáringur fleiri ferðir hevði roynt at tikið sítt egna lív.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder