Uttanlands

Walt Disney World letur uppaftur í amerikanska koronamiðdeplinum

Í gjár lat Walt Disney World í Florida uppaftur, hóast staturin seinastu vikurnar hevur skrásett fleiri smittutilburðir enn nakar annar amerikanskur statur

Walt Disney World í Orlando, Florida (Mynd: EPA)

Walt Disney World í Orlando, Florida (Mynd: EPA)

2020-07-12 09:54 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Leygardagin lat Walt Disney World í Florida upp fyri vitjandi – fyri fyrstu ferð í fýra mánaðir. Tó við onkrum broytingum.

Walt Disney World, sum liggur í býnum Orlando, er mest vitjaði undirhaldsgarðurin í heiminum. Í gjár varð latið upp fyri einum avmarkaðum tali av vitjandi.

Undirhaldsgarðurin lat upp sama dag sum amerikanski staturin skrásetti fleiri enn 10.000 nýggjar tilburðir, og sostatt kom talið á smittutilburðum uppum 250.000.

Leiðslan hjá Disney World heldur tað vera forsvarligt at lata uppaftur. M.a. hava tey góðar royndir við uppafturlatingum av Disney undirhaldsgarðum í Asia, verður sagt.

Latið varð upp fyri tveimum økjum av garðinum – Magic Kingdom og Animal Kingdom. Restin av garðinum letur upp seinni.

Vitjandi fáa tó eina heldur øðrvísi uppliving enn fyri fýra mánaðum síðani. Tey skulu nevniliga vera í andlitsmaskum, fepur verður tikin av teimum, og eisini skulu tey halda frástøðu, meðan tey ferðast runt í garðinum.

Eisini eru skrúðgongur, fýrverk og onnur tiltøk, sum savna stórar mannamúgvur, avlýst. Børnini sleppa heldur ikki at taka myndir saman við Mickey Mouse og hinum kendu figurunum úr Disney heiminum.

Sambært Ritzau er Florida vorðin nýggi miðdepilin fyri korona í USA. Seinastu tvær vikurnar hevur staturin skrásett 109.000 smittutilburðir – fleiri enn nakar annar amerikanskur statur.

Guvernørurin í Florida gav í mai Disney loyvi at lata uppaftur – hetta var áðrenn stóru økingina í smittutalinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder