Innanlands

Vunnu kappingina “Á flot við Westward Ho”

6.A í Sankta Frans Skúla fiskaðu flest fiskar – 41, meðan Sigbjartur í 6. B í Skúlanum á Fløtum fekk størsta fiskin, ið vigaði 3,1 kilo

2021-09-29 20:18 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Tórshavnar kommuna: Í ár vann 6. a í Sankta Frans Skúla fiskikappingina “Á flot við Westward Ho”og ein næmingur úr Skúlanum á Fløtum vann kappingina um størsta fiskin. Steypahandan var á skúlunum í morgun.

Borgarstjórin var á staðnum og rósti teimum røsku næmingunum. Túrarnir við Westward Ho eru enn sum áður skipaðir sum ein fiskikapping, soleiðis, at tann flokkurin, sum hevur fiskað flest fiskar, fær steyp til ognar.

- Vit halda, at tað er ótrúliga stuttligt, at kappingin framvegis fær so góða undirtøku millum skúlarnar. Tí á hesum túrum fáa næmingar høvi at royna seg á sluppdekki umborð á Westward Ho, sum taldist millum tær meira enn hundrað sluppirnar, sum komu til Føroya úr Onglandi fyri skjótt 150 árum síðan, segði Heðin Mortensen.

- Tað eru i veruleikanum bara tvær ordiligar sluppir eftir, Johanna TG326 í Vági og so Westward Ho, sum tit øll vita hevur merkið TN54.

- Endamálið við tiltakinum “Á flot við Westward Ho” er júst hetta, at næmingarnir í sætta flokki fáa samband við sjógvin, fáa eina fatan av siglingarsøguni, og at tey sleppa á flot.

- Eg havi hoyrt, at í Sankta Frans Skúla gera næmingarnir, sum fara at fiska, saman við m.a. lærara pilkar og beitir til túrin, og navnið hjá næmingunum verður sett á hvørt sett av pilkum og beitum. Hetta hava næmingarnir so við, tá ið teir fara at fiska.

- Og tað besta er, at aftaná fiskitúrin fara næmingarnir í køkin, har teir flekja fiskin og steikja fløk. Síðani eta teir døgurða saman, og hevur flokkurin fingið ordiliga nógvan fisk, fáa lærararnir í skúlanum eisini ein bita.

- Vit øll í Tórshavnar kommunu eiga sluppina, og nú tit í 6. flokkunum hava roynt hetta, so er at vóna, at tit koma umborð aftur eina aðru ferð, og at onkur tykkara um nøkur ár verður sluppvinur og fer við sum manning, tá skipað verður fyri túrum.

[object Object]

- Eg skal eisini at takka manningini á Westward Ho, sum eigur avgerandi leiklut í, at tað ber til at skipa fyri túrunum.

- Eisini ein tøkk til skúlarnar, sum hava meldað til, og takk til tykkum lærarar og onnur, sum hava verið við hesar túrarnar. Tórshavnar kommuna fegnast um, at tit nýta hetta høvið at fáa eitt sindur at vita um okkara stásiligu slupp og fara á flot við henni.

- Tann flokkurin, sum fær flestar fiskar, fær um heystið handað steyp. Tann av øllum næmingunum, sum fær størsta fiskin í 2021, fær handað eina tráðu. Tað er Pf. Jógvan Weihe, sum letur og handar næminginum tráðuna.

- Og eg síggi á yvirlitinum, at tann størsta fiskin í ár fekk Sigbjartur í 6. B í Skúlanum á Fløtum – hann fekk ein fisk, sum vigaði 3,1 kilo, ella góð seks pund.

- Men flokkurin, sum fiskaði flestar fiskar, var 6. A í Sankta Frans – tit fingu ikki færri enn 41 fiskar. Tað er óført uppá so stutta tíð, segði Heðin Mortensen, borgarstjóri, áðrenn hann beyð næmingunum fram at taka ímóti steypinum.

Aftaná fekk Sigbjartur í 6. B í Skúlanum á Fløtum handað heiðurstekin fyri størsta fiskin.

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder