Mentan

Voxbotn um at vera til reiðar við Tjarnir

Bussar koyra millum Tjarnir og Steinatún hálvan hvønn tíma. Sámal Ravnsfjall byrjar Voxbotn og fer á pallin kl. 15

2025-06-27 16:06 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Veðrinum ráða vit ikki yvir, og leygarkvøldið verður boðað frá so mikið nógvum vindi, at tað ikki verður mett ráðiligt at hava festival í Vágsbotni.

Les eisini: Voxbotn flutt niðan í stórhøllina við Tjarnir

Síðan fráboðanina hava fólk fyrireikað eina innandura útgávu av Voxbotn við Tjarnir.

Hetta er fyrstu ferð at 4500 fólk eru savnaði innandura í Føroyum, men umstøðurnar við Tjarnir eru góðar og skráin er tann sama sum áður.

- Báðir pallarnir eru komnir upp, og nú verða barrirnar og matstøðini riggaði til. Minds of 99 og hinir tónleikararnir eru lendir, so nú byrjar at líkjast, sigur Rúni Djurhuus, ein av fyriskiparunum av Voxbotn.

[object Object]

[object Object]

Hann greiðir frá, at skipað er at bussar koyra millum Steinatún og Tjarnir hálvan hvønn tíma. Byrjað verður at koyra úr Steinatúni longu kl. 14:30 og bussar frá Tjarnir koyra frá klokkan 17.

Mælt verður at koma í góðari tíð. Høvuðsnavnið "The Minds of 99" spælir klokkan 19, og tá kann væntast at bussarnir eru fullir.

Eisini mæla fyriskipararnir fólki til at fáa armband uppá á Kunningarstovuni áðrenn tey koma niðan, so tey sleppa undan at standa í bíðirøð úti í Hoyvíkshaganum.

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder