Innanlands

Vørn skipaði fyri oljudálkingarvenjing á Skálafjørðinum

Undir venjingini mánadagin vórðu uml. 400 metrar av oljusperrum lagdir út, og arbeiðið gekk væl, sigur Vørn

(Mynd: Vørn)

(Mynd: Vørn)

2026-05-08 08:17 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Mánadagin skipaði Vørn fyri oljudálkingarvenjing á Skálafjørðinum.

Við í venjingini vóru Brimil, manningin á Tjaldrinum, Runavíkar sløkkjulið, Fuglafjarðar sløkkjulið, MRCC og Arbeiðseftirlitið.

Vørn skipar javnan fyri slíkum venjingum í samstarvi við stovnar, bjargingarfeløg og onnur fyri at tryggja, at tilbúgvingin altíð er klár at handfara møguligar oljudálkingar.

[object Object]
(Mynd: Vørn)

Undir venjingini mánadagin vórðu uml. 400 metrar av oljusperrum lagdir út.

Arbeiðið gekk væl. Alt riggaði sum ætlað, og samstarvið millum luttakararnar var gott, skrivar Vørn.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder