Innanlands

Vónirnar fyri framtíðini eru batnaðar

Helst er koppsetingarætlanin orsøk til at fólk og vinnulív síggja bjartari upp á framtíðina

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)

2021-02-04 10:24 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Vónirnar fyri framtíðini eru bjartari nú, enn tey vóru fyri hálvum ári síðani.

Tað vísa nýggjastu treystitølini, sum Hagstovan hevur kunngjørt í dag.

Talan er um fimm hálvárligar kanningar, sum hvør í sínum lagi geva ábendingar um støðu og væntanir til ymsar spurningar hjá húsarhaldum og fýra vinnubólkum,. Samanumtikið geva hesar fimm kanningarnar eitt samanvigað treystital, sum hesaferð er hækkað í mun til kanningarnar frá juni í fjør.

Orsaka av koronastøðuni kavaði treystitalið beint niðureftir í summar, men nú kvinkar tað uppaftur.

Hagstovan hevur gjørt hesar kanningar síðan 2006, altso stutt undan altjóða fíggjarkreppuni í 2007 og 2008. Kanningarnar vísa, at undir fíggjarkreppuni fall barometrið í fýra fylgjandi kanningum og yvir tey tvey árini, altjóða fíggjarkreppan vardi.

Núverandi altjóða heilsukreppan hevur nú vart í skjótt eitt ár, og viðkomandi spurningur kann í hesum tíðum vera, hvussu húsarhald og vinnulív meta um støðuna og útlitini í nærmastu framtíð.

Í umleið trý ár undan koronu lá treystitalið í støðugari legu, men fór síðan frá 32 í januar í fjør líka niður í -16 í juni. Til hesa kanningina er treystitalið hækkað aftur við 7 stigum síðan seinastu kanning.

Afturímóti metingunum um støðu og útlit undir fíggjarkreppuni, ið vardi í gott og væl tvey ár, so rokna bæði húsarhald og vinnulív nú við betri fíggjarstøðu hjá einum sjálvum og búskaparstøðu í síni heild hetta komandi árið í mun til verandi støðu, skrivar Hagstovan á netinum. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder