Innanlands

Volvo í topp 3 fyri fyrstu ferð í ár

Volkswagen mest seldi bilur í juli

(Mynd: Wenzel)

(Mynd: Wenzel)

2018-08-06 22:59 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Hóast færri bilar enn annars vanliga verða seldir í summar mánaðunum, so vórðu heili 192 bilar seldir í juli. Tað vísa nýggjastu hagtølini hjá Akstovuni.

Volkswagen er næstmest seldi persónbilur í 2018, og í juli hevði Bilasølan munin við 29 seldum fólkavognum í mun til grannarnar, sum seldu 17 Toyota í juli. Hetta er lægsta talið hjá Reyni Service higartil í ár.

Men fyri fyrstu ferð í ár er Volvo komið í topp 3. Ella rættari sagt, á eitt deilt triðja pláss við Kia. Tjúgu persónbilar vórðu seldir av hesum báðum merkjunum í juli.

Næstmest seldi bilur í juli var Nissan við 23 persónbilum.

Nýggj akfør juli 2018 (Persónbilar)
1Volkswagen29
2Nissan23
3Volvo20
4Kia20
5Toyota17

 

Nýggj akfør samlað yvirlit 2018 (Persónbilar)
1Toyota188
2Volkswagen173
3Renault126
4Ford108
5Kia105

Kelda: Akstovan

 
 
placeholder
placeholder