placeholder
Innanlands

Vita ikki hví óhappið hendi

Ferðsluóhappið í Norðoyatunnlinum í gjár verður kannað nærri – Eingin illgruni er um rúsdrekkakoyring, sigur løgreglan

(Mynd: Jens Kr. Vang)

(Mynd: Jens Kr. Vang)

2021-07-28 10:18 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Stutt eftir klokkan 17 í gjár var eitt ferðsluóhapp í Norðoyatunnlinum, har tveir bilar rendu frontalt saman, og løgreglan veit í morgun ikki at siga, hví óhappið hendi, og verður málið enn kannað.

Sambært vaktleiðaranum á politistøðini endaði eini bilurin onkursvegna í skeivari koyribreyt, og rendi hann so á ein mótkoyrandi bil. Í øllum førum er eingin illgruni um, at talan var um rúsdrekkakoyring, sigur hann.

Tilsamans trý fólk vóru í teimum báðum bilunum, og øll vórðu koyrd á Landssjúkrahúsið. Løgreglan veit ikki so nógv at siga um støðuna hjá teimum, men onkur hevur fingið okkurt beinbrot, verður upplýst.

Sum áður nevnt, kannar løgreglan enn málið, og fara tey at avhoyra allar partar seinni, sigur vaktleiðarin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder