Innanlands

Vit skulu rokna við at liva longri

Stórar broytingar eru hendar í deyðleikanum – nógv færri doyggja nú hjarta- og æðrasjúkum

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2020-06-12 10:06 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Børnini, sum verða fødd í hesum tíðum kunnu rokna við at liva nógv longri, enn roknað varð við fyri 20 árum síðani.

Hetta skrivar Hagstovan, sum júst hevur kunngjørt nýggj hagtøl fyri deyðleikanum hjá føroyingum.

Dreingjabørn skulu í dag rokna við einum miðalaldri á 80,4 ár og gentubørn skulu rokna við at liva í 85,3 ár í miðal. Hetta er ávikavist fimm og fýra ár longur, enn roknað varð við fyri børnini, sum vórðu fødd í 1998, skrivar Hagstovan.

Færri doyggja av hjarta- og æðrasjúkum
Broytingar eru eisini hendar í teim orsøkum, vit doyggja av. Nógv færri doyggja nú av tí nógv mest vanligu høvuðsatvoldini, hjarta- og æðrasjúkum, meðan tað ikki er nøkur serlig broyting við hinari stóru høvuðsatvoldini, krabbameini.

Hinvegin tað eru fleiri aðrar ymiskar deyðaorsøkir, ið nú gera seg meira galdandi.

Nú nýggjastu tølini verða kunngjørd fyri 2018, sæst stórur munur millum kynini. Munandi fleiri mannfólk enn konufólk doyggja av krabbameini og av hjarta- og æðrasjúkum. Av øðrum deyðaorsøkum er meira javnt millum kynini.

Tá hugt verður eftir gongdini síðstu tjúgu árini, sæst bæði hjá monnum og kvinnum, at størsta broytingin er stór minking í talinum av teimum, sum doyggja av hjarta og æðrasjúkum.

Fyri 15 til 20 árum síðani var talið um 80-90 árliga, og er nú komið niður á 50-60 árliga.

Hinvegin tykist ikki talið at minka av teimum, sum doyggja av krabbameini, men heldur kvinka eitt lítið vet uppeftir. Havast skal tó í huga, at í hesum tíðarskeiði er fólkatalið vaksið munandi, og harvið eisini talið av eldri og gomlum fólki.

Størri spjaðing av deyðsorsøkum
Spjaðingin av deyðaorsøkum er vorðin nógv størri, við at tær nógvu ymisku deyðaorsøkirnar, ið eru savnaður undir felagsheitinum “annað”, nú tilsamans koma næstan líka so ofta fyri sum tær báðar høvuðsdeyðaorsøkirnar, hjarta- og æðrasjúkur og krabbamein.

Hjá konufólki eru deyðsorsøkirnar undir felagsheitinum "annað” enntá farnar upp um hinar báðar stóru høvuðsdeyðaorsøkirnar. Undir “annað” eru tað ikki nakrar serstakar sjúkur, ið serliga gera meira um seg. Deyðaorsøkirnar eru bara meira ymiskar, enn tær hava verið, skrivar Hagstovan.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder