Innanlands

Vistfrøðilig kokusolja afturkallað

Vandi er fyri, at hýggj er í vøruni, og tí er hon ikki egnað sum mannaføði, sigur Heilsufrøðiliga starvsstovan

2021-05-13 13:08 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Haugen-Gruppen AS Danmark afturkallar nú eitt ávíst partí av "Green Choice Økologisk kokosolie Virgin".

Orsøkin er, at vandi er fyri, at hýggj er í vøruni. Er hýggj í, er vøran ikki egnað til mannaføði.

Vøran er eisini seld í føroyskum handlum, og Heilsufrøðiliga starvsstovan mælir borgarum til at lata vøruna inn aftur, hagani hon er keypt ella at beina hana burtur.

Talan er um hesa vøru:

Green Choice Økologisk kokosolie
Nettovekt: 200 g
Lotnummar: L20224
Best fyri: 31-08-2023, 30-09-2023, 31-10-2023, 30-11-2023 og 31-12-2023
Lotnummar: L20253
Best fyri: 31-10-2023, 31-12-2023, 31-01-2024 og 31-03-2024
Lotnummar: L20150
Best fyri: 31-06-2023
Lotnummar: L20192
Best fyri: 31-08-2023
Lotnummar: L20139
Best fyri: 31-05-2023

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder