Innanlands

Vísindavøka í Sjóvinnuhúsinum 22. september

Á skránni verða framløgur, framsýningar og tiltøk, ið á ymsan hátt taka støði í gransking og nýskapan

Vísindavøka verður í Sjóvinnuhúsinum (Savnsmynd)

Vísindavøka verður í Sjóvinnuhúsinum (Savnsmynd)

2023-08-19 13:21 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Vísindavøkan 2023 verður í Sjóvinnhúsinum fríggjadagin tann 22. september.

Á skránni verða framløgur, framsýningar og tiltøk, ið á ymsan hátt taka støði í gransking og nýskapan.

Uttanfyri verða telt við tiltøkum fyri børn og vaksin. Næmingar og lærarar á Glasi gera royndir í øðrum teltinum, meðan Havstovan sýnir fram ymsar fiskar o.a. í hinum teltinum. Á Svalanumkring matstovuna Silo verða eisini ymisk tiltøk til stór bøn og vaksin.

Framløgurina verða frá kl. 8.15 til umleið kl. 15. Tá verður miðlafagnaður við snarrøðukapping, onkrum lættari tiltaki og handan av heiðursløn fyri bestu almennu miðling av gransking. Tað er ikki neyðugt við tilmelding til einstøku framløgurnar, og øll tiltøk eru ókeypis.

Stroymt verður beinleiðis frá framløgunum. KVF tekur framløgurnar upp og sendir tær seinni í vetur og í vár.

Skráin verður kunngjørd í næstum.

Granskingarráðið

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder