Mentan

Vísa X Factor á stórskíggjum kring landið

Bæði á Skúlanum við Løgmannabreyt og á Glasi vísa tey X Factor á stórskíggja

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2022-04-08 16:21 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tað er stórur áhugi fyri X Factor finaluni, sum verður í kvøld. Sum kunnugt eru heili tveir føroyingar við millum teir tríggjar finalistarnar.

Kári Fossdalsá av Toftum og Tina Mellemgaard úr Hoyvík.

Í fleiri fríggjakvøld hevur B68 víst X Factor á stórskíggja á Svangaskarði frá klokkan 19, og tað verður aftur í kvøld.

[object Object](Mynd: Sverri Egholm)

Í Havn fær X Factor eisini uppmerksemi. Skúlin við Løgmannabreyt boðar frá, at X Factor verður víst á stórskíggja, og at dyrnar lata upp klokkan 18:30.

Tina Mellemgaard hevur til fyri stuttum gingið í skúla á Glasi í Marknagili. 20y skipar í tí sambandi fyri hugnakvøldi á Glasi, har tey hyggja eftir X Factor saman.

Eru onnur sum skipa fyri slíkum tiltøkum við stórskíggja í sambandi við X Factor, eru tey vælkomin at skriva í viðmerkingateigin niðanfyri.

Les eisini: Tina syngur saman við Søs Fenger - Kári við Jonah Blacksmith

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder