Innanlands

Virkin Januar: 700 myndir uppá 31 dagar

– Vit eru ovurfegin um undirtøkuna, sigur Monika Mohr, sum samskipar ABC fyri sálarliga heilsu, sum átakið er partur av

Sóleyð Eyðunsdóttir Poulsen var ein teirra, sum legði mynd út á Instagram. Hon var so heppin at vinna lutakastið um eitt gávukort frá NAX (Mynd: Fólkaheilsuráðið

Sóleyð Eyðunsdóttir Poulsen var ein teirra, sum legði mynd út á Instagram. Hon var so heppin at vinna lutakastið um eitt gávukort frá NAX (Mynd: Fólkaheilsuráðið

2021-02-05 18:02 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í farna mánað skipaði Fólkaheilsuráðið fyri átakinum Virkin Januar, har fólk kundu taka niður ein álmanakka við 31 uppskotum til hvussu tey kundu vera virkin kropsliga, sálarliga, sosialt og andaliga í januar.

Endamálið var at gera fólk tilvitaði um hvussu einfalt tað kann vera at gera eitt sindur hvønn dag, sum hevur góða ávirkan á bæði sálarligu og kropsligu heilsuna.

Í sambandi við átakið, sum var partur av ABC fyri sálarliga heilsu, varð eisini heitt á fólk um at leggja myndir út á Instagram, sum vístu hvussu tey vóru virkin í januar, og sambært formanninum í Fólkaheilsuráðnum løgdu føroyingar yvir 700 myndir út við hashtag #virkinjanuar og #abcfyrisálarligaheilsu.

Talan var um í minsta lagi 637 myndauppsløg og upp ímóti 80 "story".

– Tá vit løgdu ætlanir fyri Virkin januar, var endamálið at skapa tilvit um, hvussu einfalt tað kann vera at styrkja sálarligu heilsuna. Vit vónaðu eisini at fáa fleiri fylgjarar á Instagramsíðuni “Folkaheilsuradid”, so vit kundu røkka út við ABC boðskapunum og øðrum heilsuátøkum. Undirtøkan fyri Virkin januar var nógv størri, enn vit høvdu ímyndað okkum. Talið av fylgjarum vaks við upp ímóti 50% uppá 31 dagar. Hetta bendir á, at løtan var tann rætta fyri júst hesum átakinum, sigur Monika Mohr, sum samskipar ABC fyri sálarliga heilsu í Føroyum.

Av tí at kavi hevur verið meginpartin av janaur, so sæst eisini vakra hvíta náttúran á meginpartin av myndunum, sum fólk hava deilt. Myndirnar vísa m.a. fólk, sum eru til gongu, renna, skreiða, rógva kajakk, standa á skíð, sjóðdyppa og ríða. Eisini vóru nógv dømi um virksemi inni sum t.d. at binda, rudda út, venja, lesa bøkur, spæla putlispøl og brettspøl, eta saman við familju ella vinum, vera í kirkju, perla, veva, dansa, baka og mála.

– Vit eru ovurfegin um undirtøkuna og fjølbroytni, sum myndirnar lýsa. Myndirnar lýsa so væl, hvussu ymiskt tað kann vera at fylgja boðskapunum um at vera virkin, saman og hugbundin, tí hvat gevur meining fyri tann einstaka kann vera ymiskt. Vit fegnast eisini um, at nógv, sum ikki eru á sosialu miðunum, hava brúkt álmanakkan - bæði í skúlum, barnagørðum og arbeiðsplássum, sigur Monika Mohr.

Lutakast var millum øll, sum høvdu lagt myndir út á Instagram um eitt gávukort á 5.000 krónur frá NAX, sum kann brúkast til t.d. kajakk, fjallatúrar ella túrar við skjóttgangandi báti. Vinnarin gjørdist Sóley Eyðunsdóttir Poulsen.

Sóleyð Eyðunsdóttir Poulsen sigur við Fólkaheilsuráðið, at álmanakkin hevur virkað sum ein góð áminning um at vera virkin, og at tað hevur verið stuttligt at fylgt uppskotunum, tí ein ger ein eyka innsats. Les meira her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder