Innanlands

Virðislønt sirkus kemur til Føroya

Cirkus Arena, sum júst hevur vunnið heili tríggjar virðislønir á Den Danske Cirkuspris 2025, kemur til Føroya tann 6. og 7. september – við Tjarnir í Tórshavn

2025-08-26 09:28 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Heimsviðurkenda Cirkus Arena, sum júst hevur vunnið heili tríggjar virðislønir á Den Danske Cirkuspris 2025, kemur til Føroya tann 6. og 7. september – við Tjarnir í Tórshavn.

Hetta eru stór tíðindi fyri føroyingar, sum nú fáa høvi at uppliva eitt sirkus í altjóða klassa – við nøkrum av mest umtóktu og viðurkendu nøvnunum í sirkusheiminum. Tað eru 20 ár síðani Cirkus Arena vitjaði Føroyar.

Bubber varð heiðraður við Ársins Heiðursløn fyri sítt drúgva arbeiði við at vísa og menna sirkus í Danmark gjøgnum fleiri enn 30 ár – bæði á ferð, í sjónvarpi og í manesjuni.
Gabriel Dell’Acqua, einans 15 ára gamal, fekk Ársins Talentløn fyri síni framúr kynstur at standa á hondunum, ið fær fólk á føtur hvørja einastu sýning.

Kasper Holten, teaterstjóri á Det Kongelige Teater, varð heiðraður við Ársins Íkastsløn fyri sítt forkunnuga og hjartanemandi fororð í skránni hjá Cirkus Arena, har hann greiðir frá týdninginum hjá sirkus sum listagrein.

At Cirkus Arena vinnur tríggjar virðislønir í einum er ein staðfesting av teirra dygd, listarliga arbeiði og innliti í sirkuslist – og tað ger vitjanina í Føroyum enn meira serliga.

Cirkus Arena – við Bubber og øðrum – verður við Tjarnir í Tórshavn 6. og 7. september!

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder