Innanlands

Virða ikki koyribannið í tunnlinum

Tveir bilførarar fáa nú bót og klipp í koyrikortið

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)

2023-02-09 09:19 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Nú Norðoyatunnilin er stongdur um náttina, eru tað framvegis bilførarar, sum ikki virða koyribannið.

Í nátt vóru tveir bilar, sum ikki vildu akta boðunum, men koyrdu ígjøgnum kortini.

Hesir bilførarar fáa nú eina bót og klipp í koyrikortið.

Vaktleiðarin hjá løgregluni upplýsir, at tað hendir javnan, at bilførarar ikki virða koyribannið, hóast tað er lýst og skeltað væl og virðiliga.

Sambært heimasíðuni hjá tunnilsfelagnum, verður Norðoyatunnilin stongdur um náttina heilt fram til endan av mars mánaði, vegna umvælingar.

Tunnilin er stongdur hvørja nátt frá sunnukvøld til fríggjamorgun. Stongt verður hvørt kvøld kl. 22.00 til kl. 06.00 á morgni. Ferðslan verður leidd gjøgnum tunnilin kl. 23, 24, 02, 04 og 05.30. Norðoyatunnilin stendur fyri stórum umvælingum m.a. verða ljósini skift til LED, vifturnar verða umvældar og loftini skrótað.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder