Innanlands

Vilst skjaldbøka funnin við Rættará í Havn í gjár

Sóknast verður eftir eigaranum av skjaldbøkuni

(Mynd: Jóhan Hansen)

(Mynd: Jóhan Hansen)

2018-08-07 10:18 Author image
Oda Strøm
placeholder

Jóhan Hansen fór ein túr við familjuni í gjár niðan í Rættará at fanga síl, men tað var ein óvæntað sjón, ið møtti honum undir áarbakkanum, tá hann kom framá eina skjaldbøku uppi við skúlaheimið í Marknagili í Havn.

Skjaldbøkan tóktist troytt, so Jóhan tók hana við sær heim og er nú farin at leita eftir eigaranum. 

Í Djórahandlinum siga tey, at tað ikki er óvanligt, at fólk velja at koyra djórini út í náttúruna, tá ið tey ikki vilja hava djórini longur - og serligt fyri hetta slagið og stødd av skjaldbøku er, at tær gerast sera gamlar, so tað kann hugsast, at fyrrverandi eigarin ikki hevur orkað at havt hana longur. 

Um onkur kennist við skjaldbøkuna, ber til at skriva til Djóraverndarfelagið. Skjaldbøkan er umleið 17 sentimetrar til longdar, og eigarin er ikki funnin enn, sigur Jóhan Hansen. 

 

placeholder
placeholder