Avstralia hevur givið fimm kvinnuligum fótbóltsleikarum úr Iran friðskjól, tí tær óttast fyri at verða forfylgdar í heimlandi sínum.
Iranska kvinnulandsliðið í fótbólti er í Avsralia í sambandi við kappingina Asian Cup.
Sambært Reuters tíðindastovuni, ið endurgevur iranskar miðlar, rýmdu fótbóltsleikararnir í loyndum úr hotellinum saman við avstralskum løgreglufólkum fyri at leita sær hjálp hjá myndugleikunum.
Avstralski forsætisráðharrin, Anthony Albanese, sigur í dag, at leikararnir nú eru tryggar.
- Tær eru tryggar her, og skulu føla seg sum heima, segði Albanese á tíðindafundi.
Amerikanski forsetin, Donald Trump, segði í gjár, at hann hevði tosað við Albanese um málið. Hann hevur fyrr ávarað um, at leikararnir kundu vera í vanda tá tær komu aftur til Iran.
Óttin fyri trygdini hjá leikarunum uppstóð, eftir at leikararnir ikki vildu syngja við til tjóðsangin undan einum dysti í farnu viku. Eftir hesa hending vórðu tær kallaðar fyri ‘landasvíkjarar’ í iranskum miðlum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald