Mentan

Video: Venja til stóra SF jubileumskonsert

Í venjingarhølinum fyrireika tónleikarar og sangarar seg til serliga konsert á Vágsbø í kvøld

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2024-08-08 16:13 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Í kvøld verður SF 20 ára jubileumskonsert á Vágsbøi klokkan 22.

Á hesari konsert fer Summar Festivalurin at hátíðarhalda, at 20 ár eru liðin, síðani fyrsti festivalurin varð hildin.

Á konsertini framføra yvir 20 tónleikarar og sangarar. Spældir verða sangir, sum hava verið framførdir á Summar Festivalinum ígjøgnum árini.

Millum nøvnini, sum fara at framføra á konsertini, verða Lena Anderssen, Jørgin Dahl, Guðrið Hansdóttir, Ingi Poulsen, Paul Watchorn, Laila Carlsen, Malan Eyðunsdóttir og Karl Martin Samuelsen. Eisini verður okkurt yvirraskilsi, siga fyriskipararnir.

Lagt verður upp til eina hugnaliga og fangandi fagnaðarkonsert, har teir góðu og kendu sangirnir vera í miðdeplinum. Hetta verður ein minnilig løta á ársins festivali.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder