2024-08-07 19:42
Tjaldplássið á Summar Festivalinum er sum ein lítil føroysk bygd. Fólk í øllum aldri gista í bygdini, og øki eru sett av til ungdóm og familjur.
Tjaldbygdin liggur mitt á festivaløkinum, í hjartanum í Klaksvík, og haðani er lætt og lagaligt at uppliva festivalin. Tað er eitt hanagleiv av Vágsbø og heim í tjaldið.
– Vit gera nógv burturúr at skapa hugna á tjaldplássinum og at gera umstøðurnar hjá tjaldarunum so góðar sum gjørligt, sigur Ragnhild Ellingsgaard, samskipari.
Í videobrotinum omanfyri, greiðir hon frá um tjaldplássið á Summar Festivalinum, sum byrjar hósdagin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald