Innanlands

Video: Sissal Jóhanna og Jørgen Olsen í duett

"Fly On the Wings of Love" hevur sjáldan ljóðað so væl

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2025-05-04 22:47 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Í inniligari útgávu syngja Sissal Jóhanna Norðberg Niclasen og Jørgen Olsen grandprix hittið "Fly On the Wings of Love" hjá Olsen beiggjunum.

Tað eru í ár 25 ár síðan, at teir báðir Jørgen Olsen og Niels "Noller" Olsen vunnu Eurovision, og í tí sambandi fer Jørgen Olsen at framføra lagið í seinna undanumfarinum av Eurovision, sum verður 15. mai.

Hetta er sama kvøld, sum Sissal skal royna at ryngja Danmark í fyrst finaluna síðan 2019. Tað verður við lagnum Hallucination.

Tað er fjeppararásin Eurosong-DK, sum hevur lagt upptøkuna út. Hon sæst omanfyri.

Les eisini: Sissal Jóhanna og Olsen-beiggi gleða seg til Eurovision

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder