Mentan

Video: Nýtt lag við Mariu á Lakjuni og Jens Marna Hansen

Átakið "Øll hava rætt til góð barnaár" hevur umsett lag um syrgiligu árinini av alkoholmisnýtslu í familjuni

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2018-07-27 07:54 Author image
Oda Strøm
placeholder

Átakið hjá Bláa Krossi Føroya, "Øll hava rætt til góð barnaár", hevur júst latið úr hondum nýtt lag um alkoholmisnýtslu í familjuni, sum er umsettur úr norskum til føroyskt. 

“HEY” er norskt lag, sum Blái Krossur Føroya hevur latið týtt og tikið upp her heima og síðan brúkt upprunafilmin úr Norra.

Tað eru Maria á Lakjuni og Jens Marni Hansen, sum syngja. 

- Ein hjartans tøkk til øll tykkum sum hava hjálpt til so ella so. Takk fyri stóra vælvild úr Noreg. Ein serlig tøkk til tykkum sum hava lagt so nógva orku í hetta seinastu tíðina: Maria á Lakjuni, Jens Marni Hansen, Hans Poulsen, Villiam Joensen og Ásbjørn Berthelsen, sigur Blái Krossur Føroya um lagið.

Orð og lag eigur Ravi https://www.ravi.no/ 
Føroyskað hevur Ásbjørn Berthelsen 
Sjónbandið eigur NRK super https://nrksuper.no/ og Tonje Voreland 
Klipt føroysku sjónbandaútgávuna hevur Villiam Joensen 
Sangur er Jens Marni Hansen og Maria á Lakjuni 
Lagt tónleikin til rættis og upptikið hevur Hans Poulsen / IntroVers Studio 
Samskipari er Blái Krossur Føroya.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder