
Hans Edward Andreassen er kendur sum oddamaður í rockbólkinum The Dreams, sum var virkin í umleið 10 ár og gjørdi nógv um seg uttanlands.
Nú er Hans Edward til reiðar at fara á pallin við nýggjum bólki.
Á Summar Festivalinum spælir bólkurin Swardi á Vágsbø fríggjakvøld, og tað verður byrjanin til eitt nýtt tíðarskeið.
– Eg havi spælt við bólkunum The Dreams og Glóð, og nú fara vit í gongd við nakað nýtt, og tað er sera spennandi, sigur Hans Edward Andreasen, sum er sangskrivari, sangari og tónleikari.
Swardi spælir nýggjar sangir og teir kendu hjá The Dreams og Glóð, og fyrsta framførslan verður á landsins størsta palli á Vágsbø. Summar Festivalurin verður hildin í døgunum frá 7. til 9. august.
Omanfyri ber til at síggja samrøðu við Hans Edward Andreasen.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald