Mentan

Video: Dómsnevndin tjekkar inn

Finaluvikan á Paradise Hotel við tveimum føroyingum byrjar í dag, og nú er greitt hvør er í sonevndu dómsnevndini, sum skal avgera hvør vinnur heiðurin og í síðsta enda 500.000 krónur

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2026-03-31 12:10 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Seks luttakarar eru eftir nú farið verður í gongd við finaluvikuna á Paradise Hotel í dag.

Teir báðir føroyingarnir Teresa Ovenberg og Karl Weihe eru framvegis við.

Men tað er langur vegur til stóra heiðurin at vinna væl umtóktu realityrøðina, Paradise Hotel og eisini møguleika at vinna 500.000 krónur.

Í síðsta enda er tað dómsnevndin sum avgerð, hvør vinnur, og í dagsins parti, sum kemur út klokkan 13, verður avdúkað hvørji manna hesa nevnd.

Ein av teimum, sum er í dómsnevndini er partnarin hjá Karli Weihe gjøgnum at kalla alt spælið, Nikoline Kjær. Hetta kann geva fyrimunir.

[object Object](Mynd: Viaplay)

Fýra partar koma út hesa vikuna. Paradise Hotel sæst á Viaplay.

Les eisini: Video: Karl skapar hurlivasa undan finaluvikuni

Les eisini: Finaluvika á Paradise Hotel við tveimum føroyingum

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder