- Um man bara lurtaði eftir føroysku miðlunum, so var man púra sannførdur um, at Anna Falkenberg og Sjúrður Skaale vóru høvuðsarkitektarnir aftanfyri hetta samgonguskjalið, sum er eitt samgonguskjal millum fýra danskar flokkar, sigur Tórbjørn Jacobsen í Stjórnini mikudagin.
- Tað er ófatiligt, at miðlarnir í Føroyum kunnu vera so ókritiskir, at lata hesum fólkunum mikrofonina, tí hesir báðir fólkatingslimirnir hava einki at skula sagt.
- Hetta er reint heimastýristos, segði Tórbjørn Jacobsen.
Hoyr alla Stjórnina frá mikudegnum her
Teir tríggir Tórbjørn Jacobsen, Jóannes Eidesgaard og Heðin Zachariasen vóru sum altíð væl upplagdir í "Stjórnin - politikkur á skák" á FM1
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald