
Í gjár, fríggjadagin 30. mai gav Lena Anderssen út nýggja lagið “Við Hetta Borðið”.
Lagið, sum nú er tøkt á øllum talgildum stroymingartænastum, er annað staklagið av komandi heildarútgávu, ið fær sama heitið.
Talan er samstundis um fyrstu føroysktmæltu útgávuna við føroyska sangfuglinum, sum vaks upp í Kanada.
Í oktober í fjør kom fyrsta lagið, “Dugir Tú At Tosa Føroyskt”, og hevur hetta verið væl móttikið.
Lena Anderssen og Niclas Johannesen hava skrivað “Við Hetta Borðið”. Niclas hevur framleitt, meðan Óli Poulsen hevur ljóðblandað og mastrað. Sjálv heildarútgávan verður útgivin seinni í ár.
Filmað frá køksborðinum
Somuleiðis er eitt sjónband gjørt til sangin.
Tað serliga við hesum er, at tað er filmað frá køksborðinum við Timelaps gjøgnum ymsar árstíðir.
Niclas Johannesen hevur sett saman, og Friisframe hevur litviðgjørt og snikkað endaliga til.
Tey framførandi á sanginum “Við Hetta Borðið” eru:
- Lena Anderssen – lead vokal, kór, akk guitar
- Matt Chamberlain – trummur
- Óli Poulsen – bass, keyboards, percussion, forritan
- Hans Poulsen – Hammond orgul
- Niclas Johannesen – akk & el guitar, kór, pumpiorgul, keyboards, tamborin, forritan
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald