Innanlands

Vetrarljósið verður tendrað í eina heila viku

Vetrarljós verður í ár serstakt og øðrvísi. Tendrað verður leygarkvøldið 6. februar

Mynd: Ólavur Frederiksen

Mynd: Ólavur Frederiksen

2021-02-04 13:21 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í fjør vóru fleiri túsund fólk savnað í býnum, tá millum annað Visit Tórshavn og Tórshavnar kommuna skipaðu fyri Vetrarljós fyri sjeyndu ferð.

Vetrarljós verður í ár serstakt og øðrvísi. Tað ber ikki til at savna nógv fólk saman, eins og undanfarin ár, men høvusstaðurin verður prýddur við litríkum ljósi fyri at hátíðarhalda, at myrka tíðin fer aftur um bak, og at vit nú ganga ímóti ljósari tíðum - bæði so og so.

Hetta skrivar Tórshavnar kommuna á heimasíðu sínari, har tað eisini verður upplýst, at vetrarljósið í ár verður tendrað í eina samfulla viku, so at øll fáa høvi at uppliva serliga huglagið í býnum.

Ljósini tendrað klokkan 17 leygardagin, og tey verða tendraði til sunnudagin 14. februar. Hetta er áttanda árið á rað, at Vetrarljós verður hildið í Tórshavn.

[object Object]Mynd: Ólavur Frederiksen

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder