Innanlands

Veljarar ikki heilt nøgdir við lyftini

Fólkafloksveljarar eru mest jaligir í spurninginum um hvussu vallyftini eru hildin

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2020-09-10 07:45 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Veljararnir eru ikki heilt nøgdir við sitandi samgongu, tá spurt verður um vallyftini, sum vórðu givin undan løgtingsvalinum fyri einum góðum ári síðani.

Í veljarakanningini, sum Spyr.fo gjørdi fyri Portalin á ársdegnum fyri løgtingsvalið 31. august, varð hesin spurningur settur:

”Í hvussu stóran mun heldur tú samgonguflokkarnar higartil hava hildið vallyfti síni?”

Svarið skuldi metast frá 1 til 5, har 1 er ”sera illa” og 5 er ”sera væl”.

Og ummælið fyri samgonguna liggur undir miðal, tí samlaða ummælið sambært veljarakanningini er á 2,8.

(Greinin heldur fram undir talvuni)

 

 

Fólkafloksveljarar nøgdir
Sum vera mann, eru samgonguveljarar meira nøgdir. Teir geva sitandi landsstýrisflokkunum ummælið 3,6, meðan veljararnir hjá andstøðuni eru beinleiðis ónøgdir við karakterinum 2,1.

Tað eru bert veljararnir hjá Fólkaflokkinum, sum samanlagt eru beinleiðis nøgdir við hvussu samgongan hevur hildið síni vallyfti.

17 prosent av fólkafloksveljarunum hava givið samgonguni toppkarakterin 5, meðan 48 prosent hava svarað 4. Tað vil siga, at 65 prosent av fólkafloksveljarunum eru beinleiðis nøgdir við hvussu lyftini eru hildin. Miðalkarakterurin hjá fólkafloksveljarunum er 3,8.

Hjá hinum størra samgonguflokkunum, Sambandsflokkinum, er tað minni enn helmingurin, 48 prosent, sum hevur svarað 4 ella 5. Men tey eru heldur ikki ónøgd, 34 prosent hava givið karakterin í miðjuni, so miðalúrslitið fyri sambandsveljararnar er 3,5.

Tað er nakað meira enn hjá tí triðja samgonguflokkinum, Miðflokkinum, hvørs veljarar geva samgonguni karakterin 3,3 tá spurt verður um hvussu flokkarnir hava megnað at halda síni vallyfti.

Veljararnir hjá andstøðuflokkunum eru meira neiligir. Sjálvstýrisveljarar geva samgonguni karakterin 2,5, framsóknarveljarar 2,4, javnaðarveljarar 2,1 og tjóðveldisveljarar 2,0. 74 prosent av tjóðveldisveljarunum hava svara ’illa’ ella ’sera illa’.

Landafrøðiliga eru veljarar uttan fyri høvuðsstaðin meira jaligir í hesum spurninginum, enn veljararnir í Havn, 2,9 móti 2,5.

Og millum kynini eru mannfólkini meira jalig mótvegis lyftunum hjá samgonguni enn kvinnurnar, 2,9 móti 2,7.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder