Innanlands

Veljarakanning: Andstøðan vinnur inn á samgonguna

Smærru flokkarnir hava framgongd – bert Sambandið av teim stóru ganga fram

Bárður á Steig Nielsen og Sambandsflokkurin standa til framgongd (Mynd: Sverri Egholm)

Bárður á Steig Nielsen og Sambandsflokkurin standa til framgongd (Mynd: Sverri Egholm)

2019-08-21 17:00 Author image
Ingi Samuelsen

Um val hevði verið í dag, hevði Fólkaflokkurin framvegis verið størsti flokkur. Men nú er tað hin andstøðuflokkurin, Sambandsflokkurin, sum hevði verið næststørstur.

Spyr.fo gjørdi í gjárkvøldið enn eina veljarakanning fyri Portalin, sum í tingmannabýti gevur sama úrslit sum Gallupkanningin hjá Kringvarpinum, ið varð kunngjørd fyrradagin, gav.

Núverandi samgonguflokkar megna bert at fáa 15 tinglimir, meðan andstøðuflokkarnir fáa 18.

Í mun til Spyr.fo-kanningina, ið varð gjørd 8. august, er tað bara Sambandsflokkurin av teimum stóru, sum gongur fram, meðan hinir tríggir hava afturgongd.

[object Object]
Jørgen Niclasen og Fólkaflokkurin eru framvegis størstir (Mynd: Sverri Egholm)

Fólkaflokkurin størstur
Fólkaflokkurin stendur framvegis at gerast størsti flokkur við 23,2 prosentum av atkvøðunum og 8 tingsessir. Tað er 1,6 prosentstig færri enn kanningin 8. august, men framvegis munandi meira enn til seinasta løgtingsval, tá Fólkaflokkurin fekk 18,9 prosent.

Sambandsflokkurin hevur í hesi kanningini yvirhálað Javnaðarflokkin, og gongur 1,1 prosentstig fram í mun til seinastu kanning, og fær 21,6 prosent av atkvøðunum og 7 tingfólk.

Javnaðarflokkurin liggur beint aftanfyri við 21,5 prosentum og eisini 7 tingfólkum. Í mun til kanningina 8. august stendur Javnaðafrlokkurin til eina afturgongd upp á næstan tvey prosentstig.

Eisini Tjóðveldi gongur aftur, og stendur nú at fáa 18,5 prosent av atkvøðunum og seks tingfólk.

[object Object]
Jenis av Rana og Miðflokkurin standa aftur til at fáa tvey umboð á tingi (Mynd: Sverri Egholm)

Fleiri velja teir smáu flokkarnar
Veljarakanningin vísir, at fleiri veljarar nú venda sær til teir smáu flokkarnar.

Men einasti av teimum smáu, sum ikki gongur fram í mun til kanningina fyri tveimum vikum síðani, er Sjálvstýri, sum stendur at fáa 3,1 prosent og ein tingsess. Hetta kundi bent á, at tað ikki hevur verið til gagns fyri flokkin at fáa atkvøðuslúkin hjá Javnaðarflokkinum seinast, Kristin Michelsen á listan.

Miðflokkurin stendur til eina framgongd á 1,1 prosentstig í mun til seinastu kanning, og kemur upp á 4,3 prosent av atkvøðunum, sum er nóg mikið til, at flokkurin aftur stendur til at fáa tvey umboð á tingi.

Framsókn gongur 0,2 prosentstig fram til 5,2 prosent og tvey tingfólk.

Báðir teir nýggju flokkarnir ganga fram í mun til seinastu kanning, men eru framvegis langt frá at fáa umboðan á tingi, vísir Spyr.fo-kanningin.

6,7 prosent hava ikki enn tikið støðu til, hvar tey fara at seta krossin. 2,2 ætla sær at sita heima valdagin og 0,4 prosent siga seg fara at atkvøða blankt. Óvissan í kanningini er 0,9 til 3,7 prosentstig.

 

 

placeholder
placeholder