Mikukvøldið 12. august um kokkan. 18.54 er ein partvís sólarmyrking í Føroyum. Í hesum sambandi bjóðar Veðurstova Føroya øllum áhugaðum at koma at hyggja at sólarmyrkingini, bæði í Havn og í Klaksvík.
Í Havn byrjar tiltakið klokkan 17.30 og endar klokkan 20, og er á veðurstøðini á Hoyvíksvegi 69.
Í Klaksvík verður tiltakið, um viðrar, uppi á Hálsi, og byrjar klokkan 18.15 og endar klokkan 19.30.
Sólarmyrkingin sjálv byrjar klokkan 17.56 og endar klokkan 19.50, men er í hæddini klokkan 18.54, skrivar Veðurstova Føroya.
Veðurstovan hevur sólarbrillur til láns til tey ið ikki hava sjálvi.
Á tiltakinum verður eisini greitt frá hví sólarmyrkingar eru, eins og starvsfólk á Veðurstovuni svara øðrum spurningum.
Les eisini: Sólarmyrking – í Føroyum fer mánin av fjala 91 prosent av sólini
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald