Innanlands

Veðrið ávirkar Strandferðsluna í morgun

Fleiri bygdaleiðir koyra ikki í løtuni, Smyril siglir sum týsdag, og eingin sigling verður á Nólsoyarleiðini fyrr enn seinnapartin

Mynd: Sverri Egholm

Mynd: Sverri Egholm

2020-12-28 07:37 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Illveðrið ávirkar eisini siglingina og koyringina hjá Strandferðsluni fyrrapartin.

Á heimasíðuni ssl.fo boðar Strandferðslan frá, at fyribils er eingin koyring á leið 100 millum Tórshavn og Vestmanna, leið 300 millum Tórshavn og Flogvøllin, leið 450 millum Skálafjørðin og Kollafjørð, og leið 101 millum Tórshavn og Gomlurætt. Bygdaleiðir í Suðuroynni koyra eftir týsdagsferðaætlanini.

Leiðirnar 504 millum Klaksvík og Kunoy og 500 millum Klaksvík og Viðareiði koyra heldur ikki um byrgingina til Kunoyar í morgun.

Smyril siglir eisini sambært týsdagsferðaætlanini í dag, tó var fyrsti túrur av Krambatanga klokkan seks í morgun. Eingin sigling er á Nólsoyarleiðini fyrrapartin. Fyrsti túrur verður klokkan 12.30.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder