Mentan

Vátur men væleydnaður countryfestivalur

Tað var tann góði hýrurin, sum sermerkti countryfestivalin í Sørvági í ár

(Mynd: Jens Kr. Vang)

(Mynd: Jens Kr. Vang)

2022-06-12 15:06 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Hóast regnið meyg niður til tíðir – serliga fríggjakvøldið – so var tað nøgdsemi, ið eyknendi størsta partin av fólkinum, sum vitjaði Dungasand og Stakkan hesar báðar dagarnar.

Nøgdsemi um at kunna hittast aftur til góðar tónar eftir tvey ára frástøðu, men eisini nøgdsemið yvir tann góða tónleikin, sum var at hoyra.

Tann, ið skrivar hesar reglur var ikki í Sørvági fríggjakvøldið, og kann tí ikki siga hvussu tað var at hoyra eitt nú Heater Myles og Tinganest, ið mugu metast sum høvuðsnøvnini ta fyrra kvøldið.

Men tað var týðuligt, at fólk høvdu trongd at fortelja einum, hvussu væl eydnað fríggjakvøldið var – hóast tað regnaði, illa.

[object Object]

[object Object]

Leygarkvøldið byrjaði við betri veðri. Ja, tað var av allar besta festivalveðri, tá Magni Christiansen og Herborg Torkilsdóttir høvdu sínar væl eydnaðu og væl vitjaðu konsertir á Stakkanum.

Hetta hugnaliga staðið miðskeiðis í Sørvági er ein fongur fyri festivalin. Pallurin er sera væl egnaður til endamálið, her er hugnaligt á ein heilt serligan sørvágskan hátt, og yvirhøvur eitt væleydnað projekt, kanska burtursæð frá trappunum niðan á økið framman fyri pallin. Tær hóska ikki til rættiliga festivaltroðkan, og tí var ein fyribils girðing sett á henda hálvsirkulin – nakað, ið virkaði sum eitt miseydnað átak, men helst neyðugt.

[object Object]

[object Object]

Eftir tvær konsertir á Stakkanum við góðveðri, fór at regna av grimd, júst sum høvuðsnavnið á festivalinum, The Bellamy Brothers, slóu fyrstu akkordirnar til sína perlurøð av kendum, góðum og festligum sangum, sum tey flestu kundu syngja við til.

Men hóast økið framman fyri pallin umskaptist til eitt satt vátlendi, har áskoðararnir máttu leita sær til tey hægst liggjandi støðinii at standa á, so órógvaði hetta ikki góða lagið framman fyri syngjandi brøðurnar og teirra sera vælspælandi orkestur.

Tey, sum vildu dansa – og tað eru tað altíð nógv, sum vilja í Sørvági – máttu so leita sær til tey støðini, har vatnið stóð hægst, tí har var pláss til tær formssjónir, ið eru neyðugar til at dansa line- ella square- ella hvat tað nú eitur. Men tað løgdu tey einki í. Er man fyrst blivin vátur, og lagið er gott, so blívur man ikki vátari enn tað sama.

[object Object]

Sigast skal, at tað eisini vóru løtur við góðum turrveðri undir konsertini hjá Bellamy brøðrunum.

Sama var galdandi, tá Hallur Joensen saman við dóttrini Jessicu og sínum vælleikandi ljómliðið yvirtók pallin um hálvgun eitt tíðina. Ímillum tær báðar konsertirnar hevði vælsynguandi og -upplagdi vágbingurin, Hans Jacob Hjelm, undirhildið á Stakka við sínum væl dámdu sangum. Spell, at hann ikki vil ”investera” í eitt heilt orkestur at spæla undir hjá sær til slík høvi. At hoyra undanprogrammeraðar trummur og bass er strævið, tá tað annars er live-tónleikur, ið er galdandi fyri tær flestu framførslurnar.

[object Object]

Samanumtikið eitt sera væl eydnað kvøld í Sørvági, nú Sørvágs country og bluesfestivalur varð tikin uppaftur.

Eitt vónbrot var tó, at tað ikki lukkaðist at hoyra Bellamy brøðrurnar syngja ”Send me a Letter, Amanda” saman við Halli Joensen. Hevði avgjørt roknað við, at Hallur fór at vera bjóðaður upp á pallin hjá Bellamy’s, ella – umvent – at brøðurnir bíðaðu eina løtu, so teir kundu koma upp meðan Hallur framførdi. Men so var ikki, og tað var eitt vónbrot.

Og so kann eg ikki lata vera við – enn eina ferð – at gera vart við programleggingina. At bíða við at tónleikurin skal byrja til klokkan 20 leygarkvøld og klokkan 21 fríggjakvøld, er óskiljandi. Tá hevur tað í veruleikanum onki við ein ”festival” at gera, at tað skal bíðast til myrkrið er fallið á.

Undarligt, at tónleikurin ikki kann byrjað fyrr á kvøldið. Løgið at ein festivalur, ið verður hildin millum hús sleppur at byrja ta seinastu konsertina klokkan 02.

Fleiri myndir frá leygarkvøldinum



placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder