Innanlands

Vatnorkan hjá Sev fastfryst

Millum lítið og einki verður framleitt í vatnorkuverkunum í løtuni – vegna kuldan

(Mynd: Jan Nielsen/Sev)

(Mynd: Jan Nielsen/Sev)

2021-02-03 16:12 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Vakra og friðsæla vetrarveðrið við nógvum kulda kemur ikki væl við hjá Sev.

Tí kuldin førir til frostbinding, tey kalla, og tað ger at lítil og ongin vatnorkuframleiðsla er í løtuni, upplýsir Sev á Facebook.

Myndina omanfyri hevur Jan Nielsen á Sev tikið av byrgingini á Mýrunum oman fyri Vestmanna.

Heimasíðan hjá Sev upplýsir alla tíðina um, hvussu framleiðslan er, og seinnapartin í dag komu næstan 78 prosent av streyminum frá oljuverkum, meðan 15 prosent komu frá vindmyllum og bara seks prosent frá vatnorkuverkunum.

Vatnorkuframleiðslan er ongin á Eiðisverkinum, Fossáverkinum, á Strond á Borðoynni og í Botni í Suðuroy. Tað syndrið, sum kemur úr frystu vatngoymslunum kemur frá Mýrunum og Heygaverkinum í Vestmanna.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder